Fuglafjørður skal hava nýggjan kommunustjóra

Fuglafjørður skal hava nýggjan kommunustjóra
Jákup Frants Larsen leggur frá sær eftir 45 ár í starvinum
Jákup Frants Larsen hevur starvast í Fuglafjarðar kommunu í 45 ár, og hann gevst nú
 
25.02.2020 - 09:19

Fuglafjarðar Kommuna søkir eftir kommunustjóra.

Nýggi kommunustjórin skal avloysa Jákup Frants Larsen, sum leggur frá sær fyri aldur eftir 45 árum í starvinum.

Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum, býráðnum og fíggjarnevndini. Og harumframt er hann ovasti umsitingarleiðari hjá kommununi, saman við borgarstjóranum, stendur í lýsingini.

Starvið sum kommunustjóri í Fuglafirði verður sett frá 1. september. Tað verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. 

Freistin at søkja starvið er 17. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011