Bakkafrost letur 446 mió. kr. í vinningsbýti

Bakkafrost letur 446 mió. kr. í vinningsbýti
53,7 milliónir partabrøv eru í Bakkafrosti, og hvørt partabræv fara 8,31 kr. í vinningsbýti
Aðalfundur verður í Bakkafrosti verður 3. apríl
 
26.02.2020 - 11:13

Partaeigararnir í Bakkafrosti fáa slakar 446 mió. kr. í vinningsbýti fyri 2019.

Nevnd felagsins fer á aðalfundinum 3.apríl at mæla til, at hvørt partabræv fær 8,31 kr. í vinningsbýti.

Og 53 milliónir og 658.065 partabrøv eru í felagnum.

Góð útlit

Bakkafrost sigur, at útlitini fyri 2020 eru góð.

Stategiin at brúka størri smolt og berja niður laksalús uttan kemisk evni virkar. Hon verður nú eisini brúkt í alibrúkunum hjá Bakkafrosti í Skotlandi. 

Laksurin verður annaðhvørt spulaður við sjógvi ella sleppur at svimja í feskum vatni.

Bakkafrost ætlar at taka 57.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum í ár og 35.000 tons í Skotlandi. 

32 prosent av ætlaðu tøkuni í Skotlandi eru longu seld.

Lidnar vørur

Bakkafrost hevur gjørt avtalu um at selja lidnar vørur frá 40 prosentum av væntaðu føroysku tøkuni í fyrsta ársfjórðingi í ár, og úr 30 prosentum av allari føroysku tøkuni í ár.

Minni fiskamjøl og lýsi verða gjørd í ár enn í fjør.

110.000 tons av laksafóðri verða væntandi seld í ár, og tað er meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763