Corona: Kinesisk starvsfólk biðin at vera heima

bannari
Corona: Kinesisk starvsfólk biðin at vera heima
Níggju starvsfólk hjá Royal Greenland eru farin til Kina at halda frí
Fleiri kinesarar arbeiða á virkjum hjá Royal Greenland
 
27.02.2020 - 09:36

Grønlendska fyritøkan, Royal Greenland, hevur givið starvsfólkum, sum eru farin til Kina, boð um ikki at koma aftur, nú coronavirusið herjar. Talan er um níggju kinesisk starvsfólk, sum eru farin til Kina at halda frí.

Grønlendska kringvarpið, KNR, skrivar, at hesi starvsfólkini hava arbeitt í Grønlandi í fleiri ár. Royal Greenland sigur, at fyritøkan noyðist at hugsa um onnur starvsfólk í fyritøkuni.

- Vit hava ikki fingið boð um at taka hetta stigið, men vit gera tað, tí starvsfólk gerast ótrygg, um kinesisku starvsfólkini koma aftur, sigur Søren D. Olsen, deildarleiðari hjá Royal Greenland, sambært grønlendska kringvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006