WHO: Tey flestu hava mild sjúkutekin

bannari
WHO: Tey flestu hava mild sjúkutekin
80 prosent av coronasmittaðum hava mild ella so at siga eingin sjúkutekin, sigur Heimsheilsustovnurin
Tey allarflestu, sum hava fingið staðfest coronavirusið, hava mild ella eingin sjúkutekin, sigur World Health Organization
 
02.03.2020 - 08:11

Heimsheilsustovnurin, WHO, sigur í frágreiðing, sum 25 serfrøðingar almannakunngjørdu í februar um coronavirusið, at royndir frá 80 prosentum av sjúklingunum vísa, at teir høvdu mild ella næstan eingi sjúkutekin. 

Persónarnir, sum vóru í størsta vanda fyri at gerast álvarsliga sjúkir, vóru persónar eldri enn 60 ár, og tey, sum hava aðrar kroniskar sjúkur, sum til dømis diabetes ella hjartasjúku.

 >> SÍ EISINI Corona-smittan breiðir seg skjótt

Bara 2,4 prosent av teimum, sum eru skrásett við corona, eru yngri enn 18 ár. Sambært granskarunum er tað ábending um, at børn ikki fáa virusið.

Eingin yngri enn 10 ár er higartil skrásettur fyri coronavirusið í Kina. Eingi børn er testað positiv í Wuhan í Kina í tíðarskeiðnum november 2019 til fyrstu vikurnar í januar í ár.

Tey flestu koma skjótt fyri seg

Samstundis leggja granskararnir dent á, at tað er ov tíðliga at staðfesta, hvønn leiklut børn hava sum smittuberi, um tey eru minni viðkvom og hvussu nógv børn eru smittað.

Sjúkueyðkennini fyri corona eru ymisk og kunnu vera frá ongum sjúkueyðkennum til álvarsligan lungnabruna og deyða, vísir greining av 5.500 coronasmittaðum.

Smittað fáa oftast sjúkueyðkenni fimm til seks dagar eftir at tey eru smittað. Flest øll, sum verða smittað við COVID-19, fáa mild sjúkueyðkenni og koma skjótt fyri seg aftur, siga teir 25 granskararnir í WHO-frágreiðingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873