Landsdystur uttan áskoðarar

Landsdystur uttan áskoðarar
Nýggju corona-tilmælini frá donsku stjórnini hava við sær, at venjingardysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur uttan áskoðarar
 
06.03.2020 - 12:47

Landsdysturin millum Føroyar og Danmark verður spældur uttan áskoðarar. 

Tað hevur danska fótbóltssambandið avgjørt, eftir at danska stjórnin fyrrapartin kom við nýggjum corona-tilmælum, sum fráráða tiltøkum, har meir enn 1000 fólk savnast.

Føroyska Fótbóltssambandið, DBU og UEFA hava tosað saman, og fyribils er avgjørt, at dysturin skal spælast, tí eingin møguleiki er fyri at flyta dystin. Men endalig avgerð er ikki tikin, og hon verður tikin einaferð næstu vikurnar, skrivar DBU.

Umleið 6000 fólk hava keypt atgongumerki til dystin, og tey fáa pengarnar aftur.




 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329