Løgreglan hjálpir Landslæknanum

bannari
Løgreglan hjálpir Landslæknanum
Landslæknin hevur nú fingið hjálp frá løgregluni í arbeiðinum við corona-smittuni
Í gjár hjálpti løgreglan at verja privatlívið hjá teimum, sum eru í sóttarhaldi. Nú er løgreglan farin at hjálpa Landslæknanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2020 - 15:51

Løgreglan skal millum annað hjálpa at finna fram til tey fólkini, ið hava verið í sambandi við kvinnuna, sum í morgun varð staðfest at hava corona-smittu.

Vanliga starvast landslæknin og tvær skrivstovukvinnur á stovninum. Men nú coronavirusið er komið til Føroya, er neyðugt við fleiri starvsfólkum.

Hesa hjálp hevur landslæknaembætið nú fingið frá løgregluni, upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni.

Eisini í Heilsumálaráðnum hava tey sett er bólk við serkønum fólkum á odda at taka sær av støðuni. Sambært Landslæknanum, stendur Bjarni á Steig, yvirlækni, fyri hesum bólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026