Eykajáttan til útreiðslur av sóttarhaldi

bannari
Eykajáttan til útreiðslur av sóttarhaldi
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vil hava 2,3 milliónir til útreiðslur í sambandi við coronasmittuna
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.03.2020 - 13:35

Landsstýrismaðurin hevur biðið løgtingsins fíggjarnevnd um 2,3 milliónir krónur, og hann hevur sent umbønina mikudagin 11. mars. 

Landsstýrið arbeiðir við øllum alvi við at fyribyrgja, at coronasmittan ikki breiðir seg í Føroyum. Í løtuni sita 122 fólk í sóttarhaldi. Farsóttarnevndin hevur heimild til at seta tiltøk í verk fyri stegða smittuni. 

Tiltøkini hava fíggjarligar útreiðslur við sær, og tær eru ikki fevndar av vanligari rakstarjáttan hjá landsstovnum. Tí hevur Kaj Leo Holm Johannesen biðið um eina eykajáttan. 

2,3 milliónir eru ein leyslig meting

– Tað er ikki gjørligt at vita, hvussu útreiðslurnar fara at hátta sær. Leysliga verður mett, at tørvur verður á 2,3 milliónir krónur til organisering, serfrøði, gisting, vistarhald og annað.

Higartil hevur verið neyðugt at leiga íbúðir og Hotel Vágar. Helst verður eisini neyðugt at útvega fasilitetir til sóttarhald aðrastaðni í landinum.

– Biðið verður um at 1,7 milliónir krónur verða játtaðar. til gisting og vistarhald og 600.000 krónur til organisering, serfrøði, serligan flutning og annað, stendur í umbønini um eykajáttan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866