Lítil tørvur á barnaansing

bannari
Lítil tørvur á barnaansing
Í Havn vóru tað bara 30, sum høvdu tørv á barnaansing fríggjadagin. Heldur ikki í Klaksvík og Vágum var stórur ansingartørvur
Tørvurin á barnaansing er lítil í hesum døgum, sambært trimum kommunum, Kringvarpið hevur tosað við
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2020 - 15:49

Higartil eru tað fá, sum hava tørv á barnaansing. Í Tórshavnar kommunu vóru tað færri enn 30 børn, sum høvdu brúk fyri barnaansing fríggjadagin.

Tó er ilt at siga, hvør tørvurin verður hesa vikuna, tí tað broytist alla tíðina, og vit fylgja við, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í Klaksvíkar kommunu eru fá, sum biðja um barnaansing í hesum døgum. Higartil eru tað bara fimm-seks børn, ið hava tørv á barnaansing, og tað sama er galdandi í Vága kommunu.

Umhugsa at savna øll á einum stovni

Bæði í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu ganga børnini, sum hava tørv at fara á stovn, á stovninum, tey vanliga ganga á. Tórshavnar kommuna ætlar tó at viðgera um børnini skulu savnast á einum stovni ella ikki. 

Tað veldst um, hvussu tørvurin verður komandi dagarnar, sigur Beinta Dalbø, leiðari fyri Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Í Vága kommunu eru allir stovnarnir uttan Miðgarður í Miðvági afturlatnir. Tey, ið hava tørv á bráðansing, verða tískil savnað í Miðvági. Stovnurin er stórur, og hevur góðar møguleikar fyri at deila børnini upp í eindir, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Mugu gera avtalu frammanundan

Foreldur, sum hava tørv á stovnsplássi í Vága kommunu, skulu ringja til stovnsleiðaran, ið síðani avger, um børnini kunnu fáa stovnspláss, sum støðan er í løtuni.

Tað eru bara foreldur, ið hava bráðtørv á ansing, sum fáa stovnspláss til børnini. Teirra millum foreldur, ið starvast hjá eitt nú heilsuverkinum, Almannaverkinum ella við undirstøðukervinum. 

– Vit mugu ansa eftir børnunum hjá teimum, sum ansa eftir okkum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424