Ein dagur í lockdown Tórshavn

bannari
Ein dagur í lockdown Tórshavn
Føroyar eru farnar í lockdown og hetta merktist í Havnar gøtum í dag, tá myndamaður Kringvarpsins fór ein túr gjøgnum býin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.03.2020 - 18:29

Bjarni Árting Rubeksen, myndamaðurin hjá Kringvarpi Føroya, skuldi í dag sleppa at royna tað, sum Palle í heimskendu, donsku myndabókini "Palle alene i verden" frá 1942 eisini slapp. Nevniliga at fáa kensluna av at vera einsamallur í allari verðini.  

Tað var í øllum føroyum ætlanin, nú Føroyar eru farnar í lockdown. Men hóast høvðusstaðurin var rættiliga manntómur, so hevði góða veðrið yvirskuggað óttan fyri koronavirusinum og lokkað nøkur fólk út í sólina. Men tað var lítið afturímóti ein vanligan mikudag. 

Føroyar eru í hesum døgum stongdar, og tað vera tær eisini at vera næstu vikurnar. Mælt verður staðiliga á fólk um at halda seg mest møguligt innandura, og einans fara út at keypa tað mest neyðuga. Og um tað er neyðugt, so at halda tveir metra frástøðu til hvønn annan.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050