Stuðul til spælifilm og krimirøð

Stuðul til spælifilm og krimirøð
17 umsóknir fingu stuðul hesaferð úr Mentamálaráðnum
Andrias Høgenni hevur fingið stuðul til spælifilmin "Brúðarvalsur"
 
19.03.2020 - 08:20

Andrias Høgenni og Kykmyndir hjá Jóni Hammer fáa 450.000 kr. í part í stuðli til film.

Andrias Høgenni arbeiðir við einum spælifilmi, sum eitur Brúðarvalsur. Talan er um eitt tragikomiskt familjudrama. 

Kykmyndir gera sjónvarpskrimirøðina Trom eftir Torfinn Jákupsson, sum hevur fingið íblástur frá krimisøgunum hjá Jógvani Isaksen. 

17 umsøkjarar fingu stuðul hesaferð frá Mentamálaráðnum. Ein millión og 795.000 kr. eru latnar filmsverkætlanum.

25 umsóknir vóru og søkt varð um 3,7 mió. kr. Men játtanin er bara 2,7 mió. kr. 

905.000 kr. verða latnar í heyst. Umsóknarfreistin er 1.september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025