150 fólk hava bjóðað seg fram at hjálpa

bannari
150 fólk hava bjóðað seg fram at hjálpa
Áhugin, hjá almenninginum, at hjálpa føroyska sjúkrahúsverkinum, sum er undir stórum trýsti í hesum døgum, er stórur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2020 - 11:40

– Higartil hava umleið 150 fólk boðað frá, at tey vilja hjálpa sjúkrahúsverkinum.

Tað upplýsti Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, á tíðindafundinum, sum heilsumyndugleikarnir hildu klokkan 11 í morgun.

– Tað er serliga reingerðarfólkum, sum vit hava brúk fyri, nú tað eru fleiri fólk inni nøkur støð á sjúkrahúsunum, sigur Margit Stórá, varastjóri.

Tørvurin nøktaður, men kann broytast

Læknalesandi og sjúkrarøktarfrøðilesandi hava eisini boðað sjúkrahúsverkinum frá, at tey eru sinnað at hjálpa til, sigur hon.

– Í løtuni er tørvurin á sjálvbodnari hjálp fyribils nøktaður hjá okkum, men hetta kann broytast seinni, sigur Margit Stórá, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Tað var mánadagin, at sjúkrahúsverkið sendi út eina almenna áheitan til føroyingar um, at brúk er fyri hjálp frá almenninginum, nú sjúkrahúsini eru undir stórum trýsti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115