Tók lýsing um munn- og nasarmasku aftur

bannari
Tók lýsing um munn- og nasarmasku aftur
Brúkaraumboðið heitti á handilin um at vera varin við orðingum, sum kunnu ræða
Myndin er tilvildarlig
 
20.03.2020 - 08:20

Ein handil, sum lýsti við munn- og nasarmasku, sum var góðkend sum verja fyri koronavirusi, hevur tikið lýsingina aftur.

Tað hevur handilin gjørt, eftir at Brúkaraumboðið gjørdi vart við, at handilin kundi ikki prógva, at maskan er góðkend.

Í lýsingini varð eisini sagt, at fólk skuldu keypa maskuna áðrenn grannin.

Brúkaraumboðið heitti á handilin um at vera varin við orðingum, sum kunnu ræða.

Lýsingin kann skiljast, sum munn- og nasarmaskur verja privatfólk móti smittu, men Brúkaraumboðið vísir á, at almennu heilsumyndugleikarnir ikki mæla vanligum fólki til at brúka munn- og nasarmasku.

Brúkaraumboðið ger ikki meira við hetta málið, tí lýsingin er tikin aftur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391