Málið roynast í Landsrættinum

Málið roynast í Landsrættinum
Smápartafelagið við Sílá í Trongisvági fer í Eystara landsrætt við málinum um hús felagsins við Síla
 
24.03.2020 - 15:41

Smápartafelagið tapti sakarmálið í Føroya rætti móti Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni, sum ikki skal gjalda felagnum 11 milliónir og 272.000 krónur umframt rentu, sum felagið stevndi eftir.

Og smápartafelagið skal gjalda Bú- og heimatænastuni 300.000 krónur í sakarkostnaði.

Føroya rættur segði 26. februar, at Bú- og heimatænastan hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá í 2018 fyri slakar 11,3 milliónir krónur.

Bú- og heimatænastan varð tí frídømd í Føroya rætti. Stýrið í Bú- og heimatænastuni samtykti annars í oktober 2016 at keypa sambýlið við Sílá. Men einki skeyti bleiv gjørt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286