Málið um summarhúsini í Saksun dregur út

Málið um summarhúsini í Saksun dregur út
Ástaðarfundur skuldi verða í síðstu viku, men korona forðaði fyri tí
 
26.03.2020 - 14:35

Málið um summarhúsini, sum skuldu byggjast í Saksun, er ikki avgreitt í Yvirfriðingarnevndini enn.

Ástaðarfundur, altso fundur í Saksun, skuldi vera í síðstu viku. Men hann varð av ongum, og eisini her er korona orsøkin.

Nær fundurin so verður, dugir formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, ikki at siga.

Men málið kann ikki avgreiðast uttan at hava ástaðarfund, sigur hann.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454