1.297 fólk fáa lønarískoyti

bannari
1.297 fólk fáa lønarískoyti
ALS hevur nú skrásett 739 kvinnur og 558 menn, sum fáa lønarískoyti, tí tey eru send til hús
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2020 - 08:21

Nú hevur ALS skrásett 1.297 fólk, sum fáa lønarískoyti frá ALS, tí arbeiðspláss teirra hevur sent tey til hús uttan tó at siga teimum upp. Talan er um 739 kvinnur og 558 menn.

ALS hevur verri enn so viðgjørt allar umsóknirnar enn, so talið veksur nógv. Fyri hvørji 1.000 fólk, sum fáa fult ískoyti, kostar skipanin ALS 21,6 milliónir krónur um mánaðin.

Leygardagin segði Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, við Útvarpið, at okkurt um 40 prosent teirra, sum tá vóru skrásett, eru send heim uttan nakað arbeiði.

Uttan arbeiði yvirhøvur fáa fólk fult ískoyti, sum er 20.000 krónur um mánaðin. Færri enn 20 prosent arbeiða meira enn hálva tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375