Bygdaleiðir: Nógv skerd koyring eftir páskir

Bygdaleiðir: Nógv skerd koyring eftir páskir
Koyrt verður á sjey leiðum, og boðast skal frá frammanundan
 
30.03.2020 - 13:40

Koyringin hjá Bygdaleiðum verður tikin uppaftur á útvaldum leiðum eftir páskir, men hon verður nógv skerd, og boðast skal frá frammanundan.

Í stóru bussunum verða níggju setur tøk til ferðandi hvønn túr, og í smáu bussunum verða trý setur tøk hvønn túr.

Ferðafólk skulu boða frá í seinasta lagi klokkan 19 kvøldið fyri, um tey skulu við bussi. Ferðafólk skulu upplýsa navn, telefonnummar og leiðnummar.

Hetta verður gjørt, tí um so er, at ein ferðandi við Bygdaleiðum fær staðfest Covid-19 smittu, hevur Strandferðslan møguleika at greina ferðingina hjá ferðafólkinum, og seta seg í samband við onnur ferðandi, sum vóru í sama bussi.

Tá koyringin hjá Bygdaleiðum verður tikin uppaftur 14. apríl, verður koyrt á sjey leiðum.

Meira fæst at vita um koyringina her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952