Reglur fyri stroyming

bannari
Reglur fyri stroyming
Millum annað skal ikki stroymast frá altargongd
Havnar Kirkja
 
31.03.2020 - 11:31

Nú gudstænastur og jarðarferðir verða stroymdar ella tiknar upp, minnir Dátueftirlitið á ymsar reglur, sum skulu haldast.

Upptøkutólini skulu standa soleiðis, at ikki er gjørligt at eyðmerkja fólk.

Tá fólk fara til altars, ella tá kistan verður borin út, skal ikki stroymast frá tí fyri at verja fólkini.

Eisini er umráðandi at kunna um upptøkurnar og stroymingina, so fólk, sum ikki vilja verða avmyndað, kunnu sleppa sær undan tí.

Prestur, deknur og onnur, sum kunnu eyðmerkjast á upptøkunum, skulu geva samtykki til upptøkurnar og stroymingina.

Verða upptøkurnar goymdar, hava tey, sum kunnu eyðmerkjast, rætt at taka samtykki sítt aftur, so tey verða strikað á upptøkunum.

Verða upptøkurnar lagdar á til dømis Youtube, er talan um flutning til útlond, og slíkur flutningur skal fráboðast Dátueftirlitinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011