Fleiri enn 10.000 deyð í Spania

bannari
Fleiri enn 10.000 deyð í Spania
Seinasta samdøgrið eru 950 fólk í Spania deyð av COVID-19 og 8.000 onnur eru smittað
Fólk frá herinum sóttreinsa eitt sjúkrahús í Madrid í royndini at forða fyri, at COVID-19 breiðir seg enn meira
Mynd: AP (29.03.2020)  
 
02.04.2020 - 16:37

Talið á fólki í Spania, sum eru deyð av COVID-19, er hetta seinasta samdøgrið vaksið við 950. Tað upplýsir stjórnin í landinum sambært tíðindastovuni, Reuters.

Sostatt eru fleiri enn 10.000 fólk í Spania deyð av COVID-19. Fleiri enn 110.000 fólk í Spania hava nú fingið staðfest smittuna, og eru hetta 8.000 fleiri enn týsdagin.

Næstan 900.000 spaniólar hava mist størvini síðani ferðin í samfelagnum varð sett niður miðskeiðis í mars, tá koronasjúkan av álvara tók dik á seg, upplýsa myndugleikarnir.

Fólk verða revsað hart

Fólk í landinum hava síðani 14. mars fingið strang boð um, at halda seg við hús, og bara fara út, um teimum hevur tørvað annaðhvørt mat ella heilivág.

Fyrradagin høvdu tilsamans 102.000 fólk í Spania fingið bót, tí tey ikki virða útgongubannið, og 926 fólk vóru handtikin, sambært Al Jazeera.

Bøturnar eru úr 100 evrum heilt upp í 600.000 evrur, sum myndugleikarnir kunnu geva, um fólk skipa fyri mótmælistiltøkum, skrivar sjónvarpsrásin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022