Vilja bøta um Karlamagnusarbreyt

Vilja bøta um Karlamagnusarbreyt
Tórshavnar Kommuna fer nú at endurskoða Karlamagnusarbreyt í Hoyvík
 
04.04.2020 - 10:13

Ætlanin hjá kommununi var at hava arbeiðsfundir við borgarar og onnur, ið vanliga eru í økinum. Hesir fundirnir vórðu tó avlýstir vegna serligu umstøðunum við koronasmittuni.

Verkætlanin heldur fram kortini, og tí hevur kommunan fyrireikað eina talgilda kanning, har ein kann koma við viðmerkingum til hvussu umstøðurnar á Karlamagnusarbreyt kunnu betrast.

Eitt nú kunnu borgarar siga sína hugsan um parkeringsviðurskifti, ferðslutrygd og trivna. Harafturat arbeiðir kommunan eisini við at skipa øki við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøkið við Hoyvíkshøll.

Sambært Tórshavnar Kommunu eru tað longu komnar áleið 150 talgildar viðmerkingar, men enn er møguleiki fyri at siga sína hugsan. Á heimasíðuni torshavn.fo er eitt leinki til talgildu kanningina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040