Alsamt fleiri borgarlig rættarmál

Alsamt fleiri borgarlig rættarmál
Føroya rættur viðgjørdi 2.000 sakarmál í fjør. Borgaraligu rættarmálini eru vorðin nógv fleiri síðani aldaskiftið
 
08.04.2020 - 08:53

Føroya rættur viðgjørdi 2.000 sakarmál í fjør. Í Fútarættinum vóru 2.400 mál og 550 í Skiftirættinum.

Nógv tey flestu rættarmálini eru borgaralig mál. Tey vóru 1.350 í fjør. Borgaraligu rættarmálini eru vorðin nógv fleiri síðani aldaskiftið.

Eisini fleiri revsimál

Revsimálini eru eisini vorðin fleiri. Men Fútarætturin hevur færri mál nú, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá Føroya rætti.

Millum annað eru tvingsilssølur í Fútarættinum. Fastognir og skip verða seld á tvingsilsuppboði. Hesi uppboð eru fá nú, millum tíggju og 15 seinastu árini. Men árini 2008 til 2015 vóru nógvar slíkar sølur. 

Í fjør hevði Skiftirætturin 550 mál, men bara 25 teirra vóru trotabúgv. Yvirfriðingarnevndin hevði 80 mál í fjør. Málini eru vorðin fleiri í hesari øldini. Talið er vaksið úr 50 upp í 80.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539