Pedagogfelagið vil hava vandaviðbót

bannari
Pedagogfelagið vil hava vandaviðbót
Felagið vil hava lønarsamsýning, tí heilsan hjá limunum er í vanda, orsakað av korona
 
15.04.2020 - 12:06

Føroya Pedagogfelag hevur í morgun sent krav til arbeiðsgevararnar um, at tey starvsfólk, sum hava verið og fara til arbeiðis meðan koronafarsóttin herjar, skulu fáa eina serliga vandaviðbót.

Starvsfólkini hjá felagnum hava rætt til eina vandaviðbót, tí tey verða kravd, at seta sína egnu heilsu í vanda við at fara til arbeiðis, heldur felagið.

Tí meðan onnur starvsfólk fáa serliga persónliga smittuverju ella útgerð fáa teirra limir einki slíkt, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486