Macron: ES kann syndrast

bannari
Macron: ES kann syndrast
Evropasamveldið er í vanda fyri at støkka sundur, um ES ikki hjálpir londum sum Italia við at fáa búskapin aftur á beint eftir korona
 
17.04.2020 - 16:46

Tað sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, í samrøðu við bretska blaðið, Financial Times, sambært danska kringvarpinum, DR.

Í síðstu viku samdust ráðharrarnir í fíggjarmálum í ES-londunum um hjálparpakka, nú evropeisku búskapirnir eru sperdir av koronakreppuni.

Hjálparpakki kann tryggja framtíðina

Ósemjur hava kortini stungið seg upp um treytirnar í avtaluni. Millum annað hava Italia og Holland verið ósamd, men franski forsetin sigur, at hjálparpakkin er avgerðandi fyri framtíðina hjá ES.

– Hetta er sannleikans tími. Vit mugu gera ein grunn, sum kann hjálpa londum útfrá tí, sum tey hava tørv á, og ikki útfrá teirra búskaparligu støðu.

– Um vit ikki vísa samhaldsfesti undir eini heimsfarsótt, fer vreiðin hjá populistunum at kykna. Í Italia, Spania og kanska eisini í Fraklandi, segði Macron við Financial Times.

ES-lond ósamd um nýggja lánsgrunnin

Spania og Italia, sum eru hart rakt av koronavirusinum, taka undir við honum, meðan Holland og Týskland óttast fyri, at teirra skattakrónur fara til at gjalda rokningina. 

Macron vísir á, at mistøk frá fortíðini ikki mugu endurtakast, og vísir til fyrsta heimskríggj, tá Frakland kravdi, at Týskland skuldi gjalda fyri stóran part av oyðingini í Evropa. 

Hósdagin skulu ES-leiðararnir tosa saman um ætlanirnar við hjálparpakkanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328