180 migrantar og flóttafólk í 14 daga sóttarhald

bannari
180 migrantar og flóttafólk í 14 daga sóttarhald
Migrantarnir, sum eru bjargaðir á Miðjarahavinum skulu nú í sóttarhald í tvær vikur umborð á eini ferju, sum liggur út fyri havnina í Palermo
Mynd: savnsmynd  
 
20.04.2020 - 09:21

Longu fríggjadagin vórðu 146 migrantar fluttir umborð á ferjuna, sum vanliga er í rutu millum Palermo og Neapel.

Týski hjálparfelagsskapurin, Sea Eye, og báturin hjá felagsskapinum, Alan Kurdi, bjargaðu fyrr í vikuni migrantunum á Miðjarahavinum. Og í gjár komu so 34 flóttafólk aftrat, sum spanska bjargingarskipið, Aita Mari, bjargaði.

Italia hevur ikki tikið ímóti migrantum orskað av koronafarsóttini. Italia er tað land, sum er ringast rakt av koronafarsóttini í Evropa,  - har eru higartil meira enn 23.200 fólk deyð av covid-19.

Allir 180 migrantarnir og flóttafólkini, sum vórðu bjargað, sita avbyrgd umborð á ferjuni, og hjá teimum eru 22 sjálvboðin frá Altjóða Reyða Krossi.

Sambært italskum, miðlum verða flóttafólkini og migrantarnir sendir víðari til onnur lond í ES um 14 dagar, tá sóttarhaldið er av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040