Google Translate á føroyskum nærkast

23.04.2020 - 17:45
Innlendis›Samfelag
Google Translate á føroyskum nærkast
Við landsstýrinum sum stuðuli er Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, farin í holt við arbeiðið við at fáa føroyskt inn í Google Translate

Nú verður enn ein roynd gjørd at fáa føroyskt inn í Google Translate.

Ein roynd hjá Visit Faroe Islands fyri nøkrum árum síðani miseydnaðist, men hesa ferð hevur landsstýrismaðurin í mentamálum biðið Jonhard Mikkelsen, stjóra á Sprotanum, gera eina roynd.

200.000 setningar

Fyrst og fremst skulu 200.000 setningar týðast úr enskum til føroyskt og øvugt.

Tá tað er gjørt, skal tilfarið fáast í skipanina hjá Google Translate, greiðir Jonhard Mikkelsen frá.

Hann er bjartskygdur um, at tað fer at eydnast hesa ferð, tí nú er landsstýrið við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542