Prísurin á Mykinesleiðini verður 60 kr.

Prísurin á Mykinesleiðini verður 60 kr.
Avgjørt er at broyta ferðaseðlaprísin til tað, hann var, tí væntandi koma færri útlendsk ferðafólk í summar
Jósup røkir Mykinesleiðin
 
29.04.2020 - 11:13

Tað kostar nú 60 krónur annan vegin at ferðast til Mykines. Tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, givið Strandfaraskipum landsins boð um. 

Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at væntast kann ikki, at trýstið frá útlendskum ferðafólki verður so stórt í ár, og tí er avgjørt at broyta prísin til tað, hann var, ella 60 krónur hvønn vegin 

Framvegis dýrt

Tað er so dýrt at ferðast til og úr Mykinesi, at tey, sum reka ferðavinnu í oynni, stúra fyri, at ferðafólk heldur velja at vitja aðrar oyggjar í landinum í summar.

Tað kemur illa við hjá teimum, sum reka ferðavinnu í Mykinesi, tí vandi er fyri, at eingi útlendsk ferðafólk koma í summar, og tí verður kapping um føroysku ferðafólkini.

Tað kostar fleiri ferðir meira at ferðast til Mykines, enn til aðrar oyggjar í Føroyum, sigur Oda Andreasen, sum rekur ferðavinnu í Mykinesi um summarið.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053