Bakkafrost byggir út á Norðtoftum

Bakkafrost byggir út á Norðtoftum
Smoltstøðin hjá alifyritøkuni á Norðtoftum verður meira enn tríggjar ferðir størri, tá útbyggingin er liðug
Smoltstøðin hjá Bakkafrosti á Norðtoftum verður útbygd, so hon fer úr 5.200 fermetrum upp í 18.000
Mynd: Bakkafrost  
 
08.05.2020 - 11:28

Smoltstøðin er í løtuni 5.200 fermetrar, og tá útbyggingin er liðug, verður hon 18.000 fermetrar til víddar. Sáttmáli er undirskrivaður, og arbeiðið byrjar væntandi í summar.

– Hetta er enn eitt stig í okkara strategi, at ala fiskin longri á landi. Okkara smoltframleiðsla er í dag tvífaldað samanborið við fyri tveimum árum síðani, sigur Regin Jacobsen, forstjóri.

Bakkafrost ger í løtuni stórar íløgur í at útbyggja smoltstøðir, og tað er tí eisini ein partur av strategiini hjá felagnum, at smoltstøðin á Norðtoftum nú verður útbygd.

12 fólk starvast á smoltstøðini hja Bakkafrosti á Norðtoftum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592