Bara alarar skulu ikki sleppa at drepa kóp

Bara alarar skulu ikki sleppa at drepa kóp
USA hóttir við ikki at keypa laks úr Føroyum, um alarar drepa kóp
Steinkópur. Myndin er tikin í Kirkjubø.
 
10.05.2020 - 10:08
Føroyingar eiga framhaldandi at sleppa at drepa kóp, hóast tað nú verður bannað alarum at drepa kóp, fyri at umganga at USA gevst at keypa føroyskan laks.
 
Tað sigur Vinnunevndin hjá løgtinginum.
 
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen, hevur lagt fram eitt uppskot um at broyta alilógina.
 
Broytingin eitur "bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi."
 
Steðgar útflutningi
USA hevur gjørt eina lóg, sum steðgar teimum, sum keypa fisk úr londum, har havsúgdjór verða dripin í sambandi við fiskivinnu og alivinnu.
 
Føroyar útflyta fyri 900 mió. kr. um árið til amerikanska marknaðin. Meginparturin er laksur.
 
Alarar í Føroyum beina fyri kópi, sum órógvar laksin og ger seg inn á útgerðina hjá alarunum.
 
34 í fjør
Í fjør vórðu 34 kópar dripnir.
 
Vinnunevndin ger tó vart við, at ein lóg eigur at tryggja, at tá alingin er undantikin, eiga føroyingar at sleppa at veiða kóp.
 
Rætturin at veiða grind og hval er longu væl lógarfestur, sigur Vinnunevndin.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040