75 mió. kr. goldnar í lønarískoyti

bannari
75 mió. kr. goldnar í lønarískoyti
Nú fáa 2.676 fólk ískoyti, men samstundis veksur talið á arbeiðsleysum
Magni á Deild Olsen er stjóri í ALS
 
15.05.2020 - 15:48

Higartil eru goldnar slakar 75 milliónir krónur úr lønarískoytisskipanini hjá ALS

Og væntandi fara okkurt um hálvhundrað milliónir krónur afturat haðani, væntar stjórin í Arbeiðsloyisskipanini, Magni á Deild Olsen.

ALS fær pengar aftur úr Trygdargrunninum fyri fiskimenn og úr landskassanum fyri fólkapensjónistar. Men talan er ikki um nógvar pengar, sigur Magni á Deild Olsen.

Higartil er talan um minni enn eina millión krónur fyri fólkapensjónistar. 

Fer úr gildi 30. juni

Sambært teirri lóg, sum nú er galdandi, fer skipanin úr gildi aftur 30.juni. Nú eru 2.676 fólk í skipanini. Tey vóru 4.320, tá tey vóru flest. Tað var 4.apríl.

Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12.mars.

Tey arbeiðsleysu, tey, sum fáa arbeiðsloysisstuðul, gerast tó fleri. Á grækarismessu vóru 289 fólk arbeiðsleys, í dag vóru tey 434.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327