Andstøðan vil hava samráð um 5G og trygdarpolitikk

Andstøðan vil hava samráð um 5G og trygdarpolitikk
Høgni Hoydal og Heðin Mortensen vilja vita, hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina
Høgni Hoydal og Heðin Mortensen vilja hava løgmann í samráð í Uttanlandsnevndini
 
28.05.2020 - 09:11

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum fer í dag at viðgera eina áheitan um samráð við løgmann og landsstýrismannin í uttanríkismálum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni, trygdar- og verjupolitikk og samráðingar við donsku stjórnina.

Áheitanin er komin frá andstøðumonnunum í nevndini, Høgna Hoydal og Heðini Mortensen.

Teir vilja hava at vita, hví landsstýrið ikki hevur ráðført seg við Uttanlandsnevndina um fjarskifti og trygdar- og verjupolitikk.

Høgni Hoydal og Heðin Mortensen ætla at spyrja um samskifti, samráðingar og avgerðir landsstýrisins í málinum um fjarskiftisnet, 5G-tøkni og trygdar- og verjupolitikk.

Um samskifti og samráðingar við donsku stjórnina og aðrar útlendskar stjórnir og myndugleikar um hesi mál. 

Teir ætla eisini at spyrja, hví og við hvørjari heimild løgmaður sendir tíðindaskriv um, at fjarskiftismál og avgerðir um hetta, sum er føroyskt málsøki, skal gerast partur av trygdar- og verjupolitikki, og koma undir danska lóggávu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040