Heldur tilfeingisgjald enn serskatt

Heldur tilfeingisgjald enn serskatt
Tað verður trupult at umsita eina lóg, sum krevur skatt, tá veiðirættindi verða seld, sigur Landsbankin
Malan Johansen, landsbankastjóri, hevur verið í Fíggjarnevndini og sagt, hvørja støðu Landsbankin hevur til málið um at skatta vinning av veiðirættindum, sum verða seld
 
28.05.2020 - 11:25

Landsbankin sigur sum Búskaparráðið, at fleiri pengar fáast í landskassan við at krevja tilfeingisgjald frá fiskivinnuni enn at taka skatt, tá veiðiloyvi verða seld við vinningi.

Landsbankin sigur við Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at sera trupult verður at umsita eina lóg, sum krevur skatt, tá veiðirættindi verða seld, og ivasamt er, um landskassin fær nakað burturúr slíkari sølu. 

Ein skipan við árligum tilfeingisgjøldum er heldur ikki løtt at gera, men ber tó væl til, sigur Landsbankin.

Heldur tilfeingisgjald 

Heldur enn at taka serskatt, tá rættindi verða seld, eiga vit at taka alla tilfeingisrentuna inn umvegis tilfeingisgjaldið, sigur Landsbankin.

Tilfeingisrentan verður tikin við at áseta veiðigjald fyri hvørt fiskað kilo.

Veiðigjøldini eiga at verða sett so, at tey taka inn alla ta mettu, ella roknaðu, tilfeingisrentuna. Tilfeingisrentan er tað yvirnormala avkastið. 

Fyrimunurin við einum árligum tilfeingisgjaldi er, at landskassin fær gjald fyri veiðirættindi, heldur enn ein skatt, har sum inntøkan er óviss, og har eingin kann siga, hvussu nógv verður goldið, nær nakað verður goldið, og har tað er ivasamt, um nakað yvirhøvur verður goldið, sigur Landsbankin. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533