20 fólk søgd upp á flogvøllinum

bannari
20 fólk søgd upp á flogvøllinum
Koronakreppan ger, at virksemið hjá Vága floghavn er minkað niður í nærum einki, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri
Virksemið er minkað niður í nærum einki á flogvøllinum, og tí verða 20 starvsfólk søgd úr starvi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2020 - 15:08

Koronakreppan hevur við sær, at Vága floghavn hevur sagt 20 starvsfólkum úr starvi.

1374774

Tillagingin rakar bæði umsitingarlig og operationel starvsfólk, upplýsir Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, í tíðindaskrivi.

Samstundis verða ósett størv ikki sett fyribils, og færri tímalønt starvsfólk verða eisini knýtt at flogvøllinum.

Raðfesta neyðug starvsfólk

Leiðslan fyri Vága floghavn hevur raðfest at varðveita tey starvsfólk, sum eru neyðug fyri at lúka myndugleikakrøv, og at reka fyritøkuna forsvarliga, til gongd kemur aftur á flogvinnuna, sigur Regin I. Jakobsen.

Koronakreppan hevur við sær, at virksemið hjá floghavnini er minkað niður í nærum einki, og felagið sær ongan annan møguleika enn at laga starvsfólkahópin til nýggja veruleikan. Farsóttin hevur fullkomiliga tikið grundarlagið undan inntøkuni hjá felagnum, og tí er einki arbeiði til lutfalsliga stóran part av starvsfólkahópinum, sigur stjórin í Vága floghavn.

- Hetta eru ógvuliga tung stig at taka, men vit vóna at kunna bjóða starvsfólkunum arbeiði aftur sum skjótast, um umstøðurnar verða øðrvísi, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn, í tíðindaskrivinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890