Myndir: Soleiðis sær umstrídda vælveruhúsið út

Myndir: Soleiðis sær umstrídda vælveruhúsið út
Vælveruhúsið, sum Gist og Vist ætlar at byggja frammanfyri Hotell Føroyar, sær gott út á pappírinum.
 
31.05.2020 - 10:18

Gist og Vist hevur latið gjørt eitt skitsuuppskot, sum lýsir, hvussu vælveruhúsið kann síggja út - um býráðið og friðingarmyndugleikarnir geva grønt ljós.

 

Her sæst, hvussu tætt vælveruhúsið kemur at viðarlundini við Kerjum. Í umsóknini verður biðið um at ummatrikulera 220 fermetrar av skógarfriðaða økinum.

Vælveruhúsið skal ætlandi húsa bæði sauna, massasju-fossum, eldstaði, hvíldarrúmi, dampbaði, juice-barr, hitapottum á tekjuni og einum innandura og uttandura hyli.

Men skal vælveruhúsið byggjast, so er neyðugt at broyta byggisamtyktina, so at 220 fermetrar av skógarfriðaða D1-økinum, verður til C2-øki.

Les eisini: Vælveruhús sett kílar í býráðsmeiriluta

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155