Nýggj frystiútgerð á Sandoy Seafood

Nýggj frystiútgerð á Sandoy Seafood
Virkið hevur í løtuni 400 tons av lidnari vøru á goymslu
Virkið í Skopun letur aftur í fimm vikur
 
04.06.2020 - 14:14

Sandoy Seafood letur aftur í fimm vikur, tí nýggj frystiútgerð skal setast í virkið.

Virkið hevur nógvan fisk á goysmlu, og tí vóna tey, at fiskurin verður seldur, meðan virkið er stongt, sigur Martin Olsen, stjóri í Sandoy Seafood.

Hann sigur at tað hevur gingið striltið at selja fisk, síðani korona fór at ganga, men nú eru tekin um, at gongd er um at koma á aftur.

400 tons á goymslu

Hann heldur, at Sandoy Seafood hevur eini 400 tons av lidnari vøru á goymslu. Goymslan á virkinum í Skopun tekur ikki alt, og tí hava tey verið noydd at senda fisk á frystigoymslu í Kollafirði.

At hava nógvan fisk á goymslu, bindur nógvan pening, og tívónar stjórin at gongd av álvara lemur á aftur søluna av fiskavørum. Á Sandoy Seafodd virka tey tosk, hýsu og upsa.

Tá nýggja frystiútgerðin er sett upp, fer virkið aftur at taka ímóti fiski, sigur Martin Olsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949