Fleiri spennandi dystir í Betrideildini í dag

Fleiri spennandi dystir í Betrideildini í dag
Fýra dystir í sætta umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum verða spældir í dag, og tveir av dystum eru beinleiðis toppdystir. 
 
07.06.2020 - 10:10

Mest spennandi dysturin er uttan iva dysturin á Norðoyarstevnu í Klaksvík, har KÍ tekur móti NSÍ. Undan dystinum liggja liðini lið um lið á stigatalvuni við sama stigatali. NSÍ er á øðrum plássi, meðan KÍ er á triðja plássi. Tann dysturin byrjar klokkan trý. 

Hin toppdysturin er í Sarpugerði í Norðagøtu, har Víkingur og B36 fara at dystast klokkan fimm. Eisini hesi liðini liggja lið um lið á stigatalvuni, tí undan dystinum eru liðini á ávikavist nummar fimm og fýra. 

Hinir báðir dystirnir í dag verða spældir klokkan trý, og er talan um sera spennandi dystir í stríðnum á niðaru hálvu av stigatalvuni. 

Í Streymnesi spæla Eb/streymur og Skála, sum liggja á einum sjeynda og tígginda plássi. 

Í Fuglafirði spæla nummar seks og átta ÍF og AB.

Ein dystur varð spældur í gjár. HB vann 1-0 móti TB í Trongisvági og varðveitt sosatt fyrsta plássið. Talan er um bestu byrjan hjá HB í 45 ár.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025