Óvirðiligt við lønarmuni fyri sama arbeiði

Óvirðiligt við lønarmuni fyri sama arbeiði
-Hetta er óvirðiligt, tí vit eiga at fáa somu løn fyri sama arbeiðið, siga álitisfólk hjá Starvsmannafelagnum
08.06.2020 - 19:34

Karina Skarð Petersen, skrivstovufólk hjá Klaksvíkar Kommunu, og Kristina Gry Berg, leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, halda lítið um, at lønarmunur nú skal vera á starvsfólki hjá landinum og kommununum. Báðar eru tær álitisfólk á sínum arbeiðsplássi.

514 limir í Starvsmannafelagnum verða lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í kommunalum høpi. Tað eru millum annað hjálparfólk á ellisheimi, skrivstovufólk, fíggjarfulltrúar, dagrøktarmammur, sløkkiliðsfólk, sosialráðgevar, tannrøktarar, arbeiðsformenn, gravarar og miðlaráðgevar.

Afturat hesum koma tey, sum verða lønt eftir sáttmálanum, men ikki eru limir í Starvsmannafelganum.

Og álitisfólkini hava eina greiða áheitan. Landsstýrismaðurin eigur at taka avgerðina aftur, so tey fáa somu løn fyri sama arbeiði.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542