Merktu hvalirnir eru í Bankarennuni

Merktu hvalirnir eru í Bankarennuni
Ætlanin var at merkja fimm hvalir í grindini í Bø leygardagin, men tað eydnaðist bara at merkja tveir
Bárðir hvalirnir, sum vórðu merktir, halda saman, og teir eru nú í bankarennuni
Mynd: Havstovan  
 
09.06.2020 - 15:05

Grindahvalirnir, sum vórðu merktir leygardagin í Bø, eru nú staddir í Bankarennuni, í ein útsynning úr Suðuroynni. 

Tað upplýsir Havstovan í dag.

Ein grind upp á umleið 30 hvalir varð funnin á Sørvágsfirði leygardagin, og avgjørt varð at merkja fimm hvalir við fylgisveinasendarum.

Tveir vórðu merktir

Tað gjørdist tó ókyrt, og 19 hvalir máttu drepast. Bara tveir grindahvalir vórðu merktir, tá avtornaði.

Hesir báðir vóru síðani sleptir aftur, og svumu avstað í einum bólki upp á umleið 10 hvalir, eftir at hava verið á Sørvágsfirði í eina løtu.Teir báðir merktu hvalirnir halda saman, sigur Havstovan, og hvalirnir hava ferðast 15 fjórðingar seinasta samdøgrið.

Havstovan sigur, at kunningin um, hvar og hvussu hvalirnir ferðast, verður dagførd hvønn mánadag og hósdag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552