Sjúkrahúsini spart 12 milliónir

bannari
Sjúkrahúsini spart 12 milliónir
Tað kemur væl við hjá sjúkrahúsunum, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt koronukanningarnar
 
11.06.2020 - 08:07

Av tí at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt koronukanningarnar í Føroyum hava sjúkrahúsini, og tað er landskassin, spart 12 milliónir krónur.

Kanningarnar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu kosta 250 krónur hvør. Statens Serum Institut tekur 1.545 krónur fyri somu kanning, og so kemur flutningskostnaðurin afturat.

Hetta stendur í uppskotinum um eykajáttan, sum kom í løgtingið í gjár.

Vaktarskipan kostaði 60.000

Heilsufrøðiliga starvsstovan er við í uppskotinum um eykajáttan, tí ein vaktarskipan í sambandi við koronukanningarnar kostar 60.000 krónur.

Eingi eftirlit eru gjørd í alivinnuni í minsta lagi í ein mánað, tí fólkini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu hava arbeitt heima. Inntøkumissurin er 1,45 milliónir krónur. 

Og færri heilsuváttanir til útflutning til Kina og Russlands hava kostað 250.000 krónur í mistum inntøkum higartil í ár. Men onkrar sparingar hava eisini verið, so biðið verður um 370.000 krónur í eykajáttan til minni inntøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873