Sannlíkt, at smittan kemur aftur til Føroya

bannari
Sannlíkt, at smittan kemur aftur til Føroya
Mín megintrupulleiki er, at fólk kunnu ferðast í Danmark, koma aftur til Føroya og fara beinleiðis til arbeiðis á einum røktarheimi, sigur Pál Weihe
11.06.2020 - 20:11

Landsstýrið kom við nýggjum leiðreglum fyri ferðandi í gjár. Ein treyt er, at ferðafólk, sum koma úr Danmark, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Týsklandi, skulu vísa váttan um negativa koronakanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar, tá ið tey koma til Føroya.

Pál Weihe, yvirlækni, ivast í, um tað er so einfalt hjá fólki at fáa fatur í slíkari einari váttan, ið ikki er eldri enn fimm dagar. Hann mælir heldur til at kanna fólk, tá ið tey koma til Føroya og aftur sætta dagin.

– Við upplatingini skulu vit eisini rokna við, at smittan kemur aftur til Føroya, og tí mugu verjugarðar gerast um okkara sjúku, eldru og veiku borgarar, ið eru millum tey sárbærastu í mun til koronasmittuna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342