Almenningurin fær ikki innlit

Almenningurin fær ikki innlit
Almenningurin fær ikki at vita, hvørjar fyritøkur hava starvsfólk í serligu lønarískoytisskipanini hjá ALS
 
25.06.2020 - 12:48

Tað broytir einki, at tað frá 1. juli verður landskassin, ið fíggjar útgjaldið úr serligu lønarískoytisskipanini. Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, formaður í ALS-stýrinum. 

Tað hevur verið ávíst trýst á ALS-stýrið at lata innlit í hvørjar fyritøkur brúka hjálparpakka eitt, og millum annað Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur áður heitt á stýrið um at veita meirinnlit. 

Formaðurin vil ikki gera samrøðu um evnið í dag, men vísir til somu sjónarmið, ið hann førdi fram í Breddanum í 19. mai. Stýrisformaðurin upplýsir, at stýrið hevur viðgjørt evnið á fleiri fundum, men niðurstøðan er ikki broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493