27 minuttir styttri úr Havn til Klaksvíkar

27 minuttir styttri úr Havn til Klaksvíkar
Misjavnt er, hvussu nógv styttri tað verður at koyra hjá fólki, tá Eysturoyartunnilin letur upp
Koyritíðin styttist mest á leiðini millum Havnina og Toftir, tá Eysturoyartunnilin letur upp
 
28.06.2020 - 12:07

Tað verða 40 minuttir styttri, og fer at taka 15 minuttir at koyra millum Havn og Runavík, koyra fólk gjøgnum Eysturoyartunnilin heldur enn at koyra eftir landsvegnum, tá tunnilin letur upp.

Tað sigur P/f Eystur- og Sandoyartunlar, sum hevur roknað út, hvør munurin er, um fólk velja heldur at brúka tunnilin enn landsvegin, tá tunnilin letur upp um ársskiftið.

27 minuttir styttri millum Havn og Klaksvík

Fyri fólk í Klaksvík og Norðoyggjum verður tað 27 minuttir styttri at koyra, og tá fer túrurin úr Klaksvík til Havnar at taka 41 minuttir at koyra, sambært útrokningum hjá felagnum.

Hinvegin, so verður minst at spara í tíð á strekkinum Tórshavn-Funningsfjørður, sambært yvirlitinum. Tann túrurin verður 11 minuttir styttri. Eiði, Elduvík og Gjógv standa ikki í yvirlitinum hjá felagnum.

Í yvirlitinum her sært tú, hvussu koyritíðirnar verða broyttar millum tey ymisku støðini og Havnina. Fyrsta raðið vísir, hvussu farleiðin styttist í minuttum, annað raðið koyritíðina og triðja verandi koyritíð.

Tað fer at kosta 75 krónur at koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin við persónbili hvønn vegin, tá tunnilin letur upp, kunngjørdi P/f Eystur- og Sandoyartunlar felagið fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531