Færri klagur í 2019

Færri klagur í 2019
Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2019 er handað Løgtinginum
Løgtingsins umboðsmaður fekk í fjør 72 klagur, í 2018 var talið 83
 
29.06.2020 - 15:50

Í 2019 fekk umboðsmaðurin 72 klagur. Av teimum 72 klagunum, vóru 59 endaliga avgreiddar fyri 31. desember. Løgtingsins umboðsmaður fekk 83 klagur í 2018.

Av teimum 72 klagunum í fjør endaðu 18 við áliti, 48 klagur endaðu við eini aðrari viðgerð enn áliti, meðan 11 klagur vórðu avvístar. 

Í hesi ársfrágreiðing kunnu lesast stuttar frásagnir um ymisk mál, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2019. Somuleiðis kunnu lesast fýra greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga. Evnini hesuferð eru:

  • Barnsins rættur til umsorgan í fosturheimi og á stovni
  • Vegleiðingarskyldan hjá almennum myndugleikum
  • Skjalainnlit í dátugrunnar
  • Notatskyldan hjá almennum myndugleikum

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Frágreiðingin kann lesast her Ársfrágreiðing fyri 2018

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV