Nógv fleiri kvinnur enn menn í útbúgving

Nógv fleiri kvinnur enn menn í útbúgving
Tveir triðingar av teimum, sum taka eina útbúgving í Føroyum, eru kvinnur
627 kvinnur eru skrásettar sum lesandi í Føroyum, í summum útbúgvingum eru bara kvinnur í løtuni
 
01.07.2020 - 06:21

Nógv fleiri kvinnur enn menn eru í útbúgving. Í løtuni eru 938 fólk skrásett sum lesandi, 627 kvinnur og 311 menn. Tveir triðingar eru kvinnur.

Í summum útbúgvingum eru bara kvinnur í løtuni. Dømi er bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði. Har er eingin maður í løtuni. 

Í bachelorútbúgvingini í námsfrøði eru frá 2010-2019 millum 81 prosent og 97 prosent kvinnur. Men í bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði eru yvir 90 prosent menn.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um kyn og útbúgving.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040