Eitt ár styttri enn væntað

Eitt ár styttri enn væntað
Týsdagin verður seinasta skotið latið av í Hvalbiartunlinum. Tað verður trongisvágsmegin
Tað hevur gingið skjótt at bora Hvalbiartunnilin. Fyrsta skotið var 27. juni í fjør
 
03.07.2020 - 07:24

Tá bergholið verður tikið í nýtslu í februar næsta ár, hevur byggitíðin verið eitt ár styttri enn væntað. Nýggja bergholið til Hvalbiar er hálvan triðja kilometur langt. 

Harumframt eru 2,3 kilometrar av vegi hvalbiarmegin og 1,4 kilometrar trongisvágsmegin. Játtanin til Hvalbiartunnilin er 272 milliónir krónur. 

Í sambandi við, at seinasta skotið verður latið av týsdagin verður hátíðarhald, men bara innboðin sleppa við. Ikki er gjørligt at hava alment hátíðarhald í hesum koronutíðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207