Arbeiðsgevarafelagið dregur í land

Arbeiðsgevarafelagið dregur í land
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur slept ætlanini at fara í Føroya Rætt við Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum
 
06.07.2020 - 15:23

Í tíðindaskrivi boðar felagið frá, at eftir at landsstýrismaðurin hevur hálsað um og góðkent semjuna millum kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið, er eingin orsøk at fara víðari við málinum.

Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya rætti, skrivar felagið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði annars boðað frá, at felagið fór í rættin við landsstýrismanninum í fíggjarmálum eftir at hann noktaði at góðkenna sáttmálan hjá felagnum við Starvsmannafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904