Smittaða fólkið staðfest frískt

bannari
Smittaða fólkið staðfest frískt
Ein nýggj kanning av ferðafólkinum, sum kom til Føroya leygardagin, hevur staðfest, at viðkomandi er frískur
Fólkið, sum leygardagin varð staðfest at hava koronusmittuna, er frískt. Fólkið kom til Føroya við flogfari
 
07.07.2020 - 13:24

Ein nýggj kanning hevur staðfest, at fólkið hevði korona hálvan juni, men nú er virusið ikki longur virkið. 188 eru staðfest smittað í Føroyum, og 188 eru eisini staðfest at vera frísk aftur.

Leygardagin var fyrstu ferð síðani 22. apríl, at koronasmittan varð funnin í Føroyum. Eisini tá varð hon funnin hjá fólki, sum kom til Føroya við flogfari.

Seinast, smittan varð staðfest innanlands, var 6. apríl. Tann fyrsta smittan í Føroyum varð staðfest 3. mars hjá einum manni, sum hevði verið í París.

16. mars var dagurin við flestu staðfestingum, tá vóru 19 fólk staðfest at vera smittað. Nú eru 16.887 kanningar gjørdar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928