Útisetarnir spennandi avbjóðingar fyri framman

Útisetarnir spennandi avbjóðingar fyri framman
HSF skipar í hesum døgum fyri stórari summarkapping. Í kappingini hjá monnum luttekur úrvalslið, mannað við føroyskum hondbóltsútisetum
Ragnar A. Jacobsen
Áki Egilsnes, Kjartan Johansen og Helgi Hoydal hava stórar avbjóðingar fyri framman
07.07.2020 - 14:20

Úrvalsliðið verður tað kallað.

Men í roynd og veru er tað eitt føroyskt hondbóltslandslið, sum tekur lut í summarkappingini hjá Hondbóltssambandi Føroya.

Kjartan Johansen og Helgi Hoydal spæla til dagligt við norska felagnum, Viking Stavanger, sum flutti upp farna kappingarár, og nú skal royna seg móti krútsterkari mótstøðu í bestu norsku deildini.

 - Vit vita, at vit koma at vera 'underdogs' til allar dystirnar, og vit hava sum so fríar teymar at spæla, sigur Kjartan Johansen.
 

Jónas eisini til Viking Stavanger

Teir báðir føroyingarnir í Norra fáa enn ein føroyskan liðfelaga næsta kappingarár. Jónas Djurhuus, sum hevur umboða FIF í næstbestu donsku deildini, hevur skriva sáttmála við Viking Stavanger, har hann spældi eitt skifti í 2019.

 - Har var eg ógvuliga glaður fyri at vera. Har ráddi ein góður venjingarhugburður, og eg haldi, at hetta er eitt gott stig á leiðini, sigur Jónas Djurhuus.

Scott Harrington, sum vandi Neistan fyri nøkrum árum síðani, skal venja føroyingarnar komandi kappingarár. 


   

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210