4.000 steðgað við landamarkið

bannari
4.000 steðgað við landamarkið
Myndugleikarnir í Noregi hava forðað útivið 4.000 fólkum, síðani innferðarbann varð sett í gildi í mars
Túsundtals fólk eru steðgað við landamørkini í Norra síðstu mánaðirnar, herímillum eisini í Oslo Gardermoen-floghavnini
Mynd: Wikimedia Commons  
 
09.07.2020 - 10:16

Í Noregi eru 4.000 útlendingar higartil forðaðir við landamarkið, síðan innferðarbann var sett í gildi í mars fyri at steðga koronusmittuni at breiða seg.

Tað vísir ein samanteljing hjá norsku løgregluni. Afturat teimum eru 26 fólk burturvíst eftir, at tey vóru komin til Noregs og høvdu verið har nakrar dagar.

Meginparturin av fólkunum, sum eru forðað ella burturvíst, eru úr Eysturevropa og Svøríki, skrivar norska blaðið Verdens Gang á netinum.

Sum støðan er nú, kunnu fólk úr øllum Norðurlondum, Svøríki undantikið, ferðast til Noregs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037