Vargaseyðurin skjótast eftir skurðfjallið

Vargaseyðurin skjótast eftir skurðfjallið
Ein ætlan er nú gjørd um heilsustøðuna hjá seyðinum hjá einum festi í Oyndarfirði
Tað var miðskeiðis í mai, at myndugleikarnir kannaðu ein festara í Oyndarfirði, tí fleiri deyðir seyðir sløddust á einum øki
Mynd: Savnsmynd (KvF)  
 
10.07.2020 - 07:48

Festarin hevur fingið djóralækna at gera ætlanina, sum er send landsdjóralæknanum. Málið byrjaði 18. mai, tá Dagur og Vika søgdu frá deyðum og sjúkum seyði í Oyndarfirði.

Landsdjóralæknin kannaði málið, og festarin fekk at vita, at hann saman við djóralækna í seinasta lagi 1. juli skuldi gera eina ætlan um at betra heilsustøðuna hjá seyðinum.

 >> SÍ EISINI Myndugleikarnir kanna festara

Ætlanin er nú gjørd og byrjað er at gera eftir henni. Festarin tók við festinum í fjør heyst uttan at vita, sigur hann sjálvur, at seyðurin var so illa fyri.

Vargaseyðurin, okkurt um tíggju í tali, verður skotin eftir skurðfjallið og fyri brundtíðina í heyst. Rifla er bíløgd til tað endamálið, sigur festarin í brævi til landsdjóralæknan.

Tey vóru á fjalli seinasta leygardag, og allur seyðurin varð viðgjørdur eftir forskrift frá djóralækna, sigur festarin. Fiskimálaráðið, sum er kærustovnur í hesum máli, hevur onga kæru ella annað skjal fingið um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576