WHO: Støðan í heiminum versnar

bannari
WHO: Støðan í heiminum versnar
Í løtuni verða ein millión fólk smittað við COVID-19 um samdøgrið. Heimsheilsustovnurin rópar nú varskó
Fólk í Franklin, Tennesssee, verða kannað fyri COVID-19 herfyri. Smittan breiðir seg ógvusligt í USA í løtuni
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
14.07.2020 - 11:24

Føroyar hava verið koronufríar síðani 22. apríl, men heimsheilsustovnurin WHO ávarar um, at støðan heldur versnar ógvisliga enn batnar, sæð í heimshøpi.

13 milliónir fólk í heiminum hava higartil fingið staðfest koronu, og í løtuni veksur talið við einari millión um samdøgrið.

Heimurin á vandaleið

Aðalskrivarin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, tók rívan til á einum tíðindafundi, sum varð hildin á høvuðsskrivstovuni hjá WHO í gjár.

Lat meg siga tað, sum tað er: Í ov nógvum londum gongur tað skeiva vegin. Virusið verður verandi okkara almenni fíggindi nummar eitt. Men gerðirnar hjá nógvum stjórnum og fólkum samsvara ikki við hetta.

Orðini fullu á vikuliga fundinum, har aðalskrivarin vanliga kunnar um støðuna í heimshøpi. Sambært aðalskrivaranum í Heimsheilsustovninum, er heimurin á vandakós.

Góð kunning er lyklaorðið

Um vit ikki halda grundleggjandi tilmælini, kann støðan bara ganga ein veg. Støðan verður verri og verri og verri, segði Tedros Adhanom Ghebreyesus.

Aðalskrivarin hjá WHO mælir stjórnunum í londunum, har koronasmittan framvegis er í umferð, um at hava greiða kunning til borgararnar og at taka støðuna í álvara.

Tað er serliga í USA og londum í Suðuramerika, so sum Brasil, at koronasmittan herjar ógvusliga í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098