Fáment á Vaglinum er í øllum førum tilmælið

Fáment á Vaglinum er í øllum førum tilmælið
Vanliga plaga millum 800 og 1000 ítróttafólk at vera í skrúðgonguni. Men í ár verða tey 64 
Á Vaglinum á ólavsøku í fjør.
 
28.07.2020 - 09:17

Klokkan tvey í dag setur Doris Rasmussen á Argjum ólavsøkuna 2020, ólavsøkuna, sum ikki líkist øðrum.

Vanliga plaga millum 800 og 1000 ítróttafólk at vera í skrúðgonguni. Men í ár verða tey 64. 

16 feløg høvdu í gjár boðað frá, at tey vera við, og hvørt felag má hava fýra fólk við.

Harafturat verða 15 ross frá Føroya ríðingarfelag, býráðslimirnir og Havnar hornorkestur í skrúðgonguni.

Eingir áhoyrarar

Annars er tilmælið, at eingin fer á Vaglið klokkan tvey.

Kringvarpið, bæði útvarp og sjónvarp, sendir frá setanini.

Kappróðurin byrjar longu klokkan hálvgum tvey, tí so nógv ætla at rógva kapp í ár. 

105 manningar hava boðað frá, at tær ætla sær at rógva. Tað er met. Í fjør vóru 74 manningar.

    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947